140x140

Prýðislutir

Flestu prýðislutir - smúkkur - eru prýðiligar, men prýðislutir kunnu innihalda evni, sum kunna dálka umhvørvið - og tína heilsu. 

Prýðislutir - ella smúkkur - kunnu innihalda dálkandi metalini nikkul, blýggj, kadmium og kyksilvur. Í øðrum londum finnast reglur um, hvussu nógv metal kann vera í prýðislutum. Reglurnar viðføra sjálvsagt, at færri vørur innihalda vandamikil evni. Tó vil altíð ein vandi vera fyri, at prýðislutir innihalda ov nógv av metalum, kanska serliga um teir eru framleiddir í londum uttanfyri ES.

Áhaldandi nýtsla av prýðislutum, eins væl og øðrum vørum, sum innihalda nikkul, kann elva til ovurviðkvæmi ímóti nikkul. Hóast tað aðrastaðni er bann fyri at selja vørur, ið geva nikkul frá sær, ber kortini til at keypa t.d. prýðislutir til børn eins og til vaksin, sum kunnu elva til ovurviðkvæmi. 
 

Nikkulmarkið

Í Danmark er mark sett fyri, hvussu nógv nikkul prýðislutir og aðrir lutir kunnu geva frá sær. Fyri lutir sum hálsprýði, armbond, ringar og brillustell, spenni og bakhúsar á armbandsurum, er markið 0,5 mikrogramm nikkul pr. cm2 um vikuna. Fyri piercingsmúkkur, oyrastikkarar og aðrar prýðislutir, sum verða settir í oyra, ella í onnur støð á kroppinum, er markvirðið 0,2 mikrogram/cm2/vikuna. 

 

Dømi um dálkandi evni í prýðislutum

 

Góð ráð

  • Ver varin við at keypa bíligar prýðislutir úr metali, sum eru framleiddir í londum uttanfyri ES,
  • Áðrenn tú keypir eina prýðisvøru úr metali, so spyr um hon inniheldur nikkel ella onnur dálkandi evni.
  • Kanna sjálv/ur um prýðislutir ella onnur vøra geva nikkul frá sær. Útgerð til nikkulroynd fæst til keyps á apotekunum. Les meira her.

 

Burturbeining

Prýðislutur, skulu vanliga burturbeinast sum vanligt húsarhaldsburturkast. Les meira um burturbeining av burturkasti her.
 

Les hvat onnur skriva

 
 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Prýðislutir